Irak
Árni Joensen.
fartekst@mail.dk
Hetta vikuskiftið var sera blóðugt í Irak. Fyrst doyðu sjey spaniumenn í einum álopi. Síðani varð ein kolombiskur vinnulívsmaður skotin norðan fyri Bagdad, og nakrar tímar seinni doyðu tveir japanskir diplomatar, tá irakar lupu á teir við býin Tikrit. Har doyðu eisini tveir suðurkoreanskir elektrikarar, og nærhendis sýriska markinum vórðu tveir amerikanskir hermenn skotnir, tá ókendir menn lupu á teir.
Sunnukvøldið svaraðu amerikanararnir aftur. Talsmenn hjá herleiðsluni søgdu, at irakar høvdu gjørt fleiri álop við býin Samarra norðan fyri Bagdad, og at amerikanski herurin hevði rikið álopið aftur. Amerikanararnir nýttu bæði kanónir og stríðsvognar í bardaganum, og tá avtornaði, høvdu 54 irakar latið lív, og tólv vóru tiknir fangar. 18 irakar og fimm amerikanskir hermenn vórðu særdir.
Sambært amerikonsku herleiðsluni vóru irakararnir í búnum hjá Fedayeen-herdeildini, sum verður roknað sum trúgvur stuðul hjá fyrrverandi forsetanum Saddam Hussein. Keldur á irakskum sjúkrahúsum søgdu, at minst átta sivilir irakar doyðu í amerikanska mótálopinum.
Við álopunum um vikuskiftið mistu USA og tess sameindu 109 menn í november. Av teimum vóru 79 amerikanskir hermenn. Tað er hinvegin ikki greitt, hvussu nógvir irakar lótu lív.