MiÐeystur
Árni Joensen
Ísraelskir hermenn við stríðsvognum skutu 21 palestinar í fleiri álopum á Vestara Áarbakka og í Gaza-geiranum. Álopini vóru hevnd, eftir at ein palestini hevði skotið fýra jødiskar niðursetumenn í einari bygd í Gaza-geiran-um. Palestinski álopsmaðurin varð seinni skotin. Í Betlehem oyðiløgdu ísraelsk jagaraflogfør høvuðsstøðina hjá palestinsku trygdartænastuni, og í Gaza skutu ísraelskir hermenn ovastan fyri trygdartænastuni har.
Amerikanski uttanríkisráðharrin, Colin Powell, fanst hósdagin hvassliga at ísraelsku stjórnini og atgerðunum hjá ísraelska herinum. Hann segði, at hvørki Ariel Sharon ella Yassir Arafat gera nóg mikið fyri at fáa enda á tí blóðuga ófriðinum.
Í gjár boðaði George W. Bush, forseti frá, at hevur gjørt av at lata semingsmann sín, Anthony Zinni, fara aftur til Miðeysturs at gera enn eina roynd at fáa partarnar til samráðingarborðið.