Norskir granskarar eru komnir eftir, at sonevndir betablokkar, sum er heilivágur, ið verður brúktur ímóti ov høgum blóðtrýsti og hjartatrupulleikum, kunnu hjálpa teimum, sum líða av krabbameini í bløðruhálskertlinum - og kanska eisini øðrum krabbameini.
-Sjúklingar við krabbameini í bløðruhálskertlinum verða ikki frískir av at brúka betablokkar, men teir kunnu liva longri ella halda sjúkuni niðri, sigur profrssarin Kristin Austlid Taskén, sum var stigtakari til kanningarnar, við norska kringvarpið.
Í kanningunum hava teir norsku granskararnir kannað og samanborið upplýsingar frá 6.615 monnum við skrásetingar hjá Krabbameinsskrásetingini og teirri skrásetingini, sum staðfestir, hvørjum fólk eru deyð av. Granskararnir skrásettu, hvørjir menn høvdu krabbamein í bløðruhálskertlinum, hvønn heilivág teir brúktu, og hvussu teir høvdu tað.
?Kanningarnar vóru á ein hátt framhald av einari kanning, sum bleiv gjørd í Oslo í 1970-árunum, tá granskarar royndu at skráseta orsøkirnar til trupulleikar við hjartanum og blóðrenslinum. Men granskararnir kannaðu ikki, um betablokkar høvdu nakra ávirkan á vandan fyri at doyggja av krabbameini í bløðruhálskertlinum, og hetta settu Kristin Austlid Taskén og hennara granskarar sær nú fyri at kanna.
Kann forða breiðingini
Vanliga verða sjúklingar við krabbameini í bløðruhálskertlinum viðgjørdir við skurðviðgerð, strálum, hormonviðgerð ella kyknueitran, samstundis sum fylgt verður við sjúklinginum og sjúkuni. Í teimum norsku kanningunum vísti tað seg, at sjúklingar, sum vóru í hormonviðgerð, fingu tann størsta ágóðan av betablokkum.
Granskararnir kannaðu 35 sjúklingar, sum gingu til hormonviðgerð, og sum brúktu betablokkar, og gongdin hjá teimum bleiv so samanborin við gongdina hjá 228 sjúklingum, sum eisini gingu til hormonviðgerð, men sum ikki brúktu betablokkar. Munurin var týðiligur. Tí samanberingin vísti, at av teimum, sum brúktu betablokkar, doyðu 85 prosent færri enn av teimum, sum ikki brúktu teir.
-Kanningarnar eru ikki nóg umfatandi, til at vit kunnu siga sum niðurstøðu, at blóðtrýstheilivágur og aðrir betablokkar virka við vissu. Men okkara tøl vísa, at 28 prosent av sjúklingunum við bløðruhálskrabba, sum fingu hormonviðgerð, doyðu av sjúkuni. Av teimum, sum høvdu brúkt betablokkar umframt hormonviðgerðina, doyðu bara níggju prosent, sigur granskarin Helene Hartvedt Grytli við NRK.
-Í dag er eingin lekjandi viðgerð fyri ágangandi krabbamein í bløðruhálskertlinum, men tað er mælt til at brúka betablokkar til at forða sjúkuni at breiða seg, tí tað er tað, sum teir flestu sjúklingarnir doyggja av, leggur Kristin Austlid Taskén afturat.
Færri tilburðir
Krabbamein í bløðruhálskertlinum er tann krabbameinssjúkan, sum flestir menn í Noregi fáa, og tølini hjá Krabbameinsskrásetingini vísa, at í 2010 fingu 4.210 menn staðfest sjúkuna. Hinvegin er tað jaliga hent, at tey seinastu trý árini eru munandi færri tilburðir staðfestir, men granskarar duga ikki rættiliga at siga, hví so er.
Teir ásanna kortini, at orsøkin kann vera tann einfalda, at færri royndir eru tiknar tey seinastu trý árini, og at tølini tí eru tað minni í hagtølunum. ??Ein onnur frágreiðing kann sambært Krabbameinsskrásetingini vera, at í 2007 staðfestu læknarnir nógvar tilburðir, sum høvdu blivið staðfestir seinni, ella sum kanska ongantíð høvdu komið undan kavi. At so nógvir tilburðir vórðu staðfestir tá kann vera ein orsøk til, at talið hevur verið minkandi tey seinastu árini, sigur skrásetingin. ?
Ískoyti til krabbameinssjúklingar
Hóast tær rættiliga greiðu ábendingarnar tora teir norsku granskararnir ikki at gera ta niðurstøðu, at sjúklingar við krabbameini í bløðruhálskertlinum eiga at fáa blóðtrýstheilivág ella aðrar betablokkar. Hinvegin siga teir, at váðin ella vandin við at lata sjúklingarnar taka tílíkan heilivág er lítil.
-Betablokkar eru bíligur heilivágur, sum tey flestu tola, og hjáárinini eru fá, og sjúklingar við krabbameini í bløðruhálskertlinum kunnu brúka hann sum eitt slag av ískoytisheilivági, sigur Grytli við NRK.
Teir norsku granskararnir mæla til fleiri kanningar fyri at fáa fullkomna greiði á, um betablokkar hava eina jaliga ávirkan á sjúklingar við krabbameini í bløðruhálskertlinum. Teir hava longu fyrireikað seg til at fara undir eina kanning afturat, og tá er ætlanin at fáa staðfest, í hvørjum sambandi betablokkar geva tað besta úrslitið. Eitt nú siga teir tað vera áhugavert at fáa at vita, um tað bara ber til at fáa gagn av betablokkum saman við hormonviðgerð, ella um teir gera mun, sama hvat annað verður gjørt.
-Og hvør veit? Kanska fer tað at vísa seg, at eisini aðrir krabbameinssjúklingar kunnu fáa gagn av at taka blóðtrýstheilivág og aðrar betablokkar, sigur Kristin Austlid Taskén við norska kringvarpið.
___________________________________________________________________
Krabbamein í bløðruhálskertlinum (prostatakrabbi)
Krabbamein í bløðruhálskertlinum er tað mest vanliga slagið av krabbameini, sum menn fáa.
Bløðuhálskertilin (prostata) er eins og ein ringur og liggur rundan um tann innasta partin av landrørinum beint undir bløðruni.
Kertilin framleiðir sáðvætu og ger, at sáðkyknurnar kunnu førast fram.
Sjúkueyðkenni:
Vanliga eru eingi sjúkueyðkenni ta fyrstu tíðina. Tey koma vanliga ikki, fyrr enn krabbasvullurin veksur og breiðir seg.
Veksur krabbasvullurin, kann tað elva til trupulleikar við at lata vatnið. Menn noyðast oftari á vc, og ólag kann koma á vatnlatingina.
Krabbamein í bløðruhálskertlinum kann eisini elva til pínu í sambandi við avgongu, tí at svullurin kann forða sáðnum at sleppa vegin fram.
Krabbamein í bløðruhálskertlinum kann breiða seg til beinagrindina. Hetta kann geva nógva pínu, og ein kann kenna seg stívan í rygginum og beinunum. Sjúkan kann eisini elva til brot á beinagrindina.
Kelda: Norska Helsebiblioteket