Ráðstevna
Eitt av endamálunum við fiskivinnuráðstevnuni er at geva íblástur til framhaldandi virðiliga viðgerð av fiskivinnupolitikkinum í Føroyum.
- Fiskivinnupolitikkurin er partur av vinnupolitikkinum í Føroyum, og tí vóna vit, at ein slík fiskivinnuráðstevna sum hendan vil viðvirka til, at fiskivinnan verður viðgjørd út frá einum breiðum pragmatiskum sjónarhorni, sigur teir tríggir, sum eru stigtakarar til ráðstevnuna, Auðunn Konráðsson, Jákup Sólstein og Óli M. Lassen.
Teir vísa á, at fiskivinnan ”tigandi hevur eygleitt samfelagsligu gongdina, har vinnan hevur verið fyri órímiligum ágangi. Vinnan er komin til eitt vegamót, har vit mugu ásanna, at niðurskurðir ár eftir ár hava havt við sær, at tað gerst alsamt meira trupult at virka í vinnuni”.
Fyrireikararnir halda, at skulu vit í Føroyum framhaldandi hava smærri reiðaríir, er eingin ivi um, at neyðugt er at gera tað meira einfalt og livilit í vinnuni.
- At rópa um niðurskurðir upp á 2-3% á hvørjum ári, samstundis sum vinnan roynir at keypa dagar fyri at kompensera fyri árliga niðurskurðinum, er sum at spæla matador, halda teir tríggir, sum vit eisini fara at venda aftur til í vikuni.