Í samband við at nýggju skúlastýrini nú fara til verka, skipa felagið Heim & Skúli saman við Mentamálaráðnum fyri evnisdegi fyri øll fráfarandi og nývald skúlastýri í landinum.
Endamálið við evnisdegnum er, at nýggir og farandi limir kunnu hittast og skifta orð um royndir, uppgávur og avbjóðingar.
Annika Sølvará, sum er forkvinna í Heim & Skúli, sigur, at ætlanin eisini er at geva nýggju skúlastýrunum amboð, hugskot og íblástur til komandi fýra ára skeiðið.
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, fer at greiða frá skúlastýrisskipanini, og hon fer at umrøða møguleikar og avmarkingar í verandi skipan.
Mette With Hagensen, forkvinna fyri danska felagið Skole & Forældre, fer at hava framløgu um, hvussu skúlastýrisarbeiðið í Danmark er skipað, og hvussu tey brynja nýggj skúlastýri til uppgávuna.
- Vit fara eisini at skipa fyri bólkapráti, har luttakarar fáa høvi at umrøða ymiskar spurningar við onnur, bæði roynd og nýggj í skúlastýrishøpi - frá størri og smærri skúlum og úr ymiskum økjum í landinum.
Annika Sølvará sigur seg vegna Heim & Skúla vóna, at øll skúlastýri verða væl umboðað. Evnisdagurin verður í Læraraskúlahøllini á Frælsinum leygardagin 21. januar frá klokkan 13 til 16.
- Heitt verður á skúlaleiðararnar um at boða Mentamálaráðnum frá luttøku í seinasta lagi 17. januar, leggur hon aftrat.