List
Poul Hentze sigur seg hava teknað síðani hann var barn, men við málingini byrjaði hann ikki fyrr enn hann gekk á student. Tað vil siga í umleið 1980.
? Eg eri sjálvlærdur. Eg havi tikið okkurt brævaskeið og eisini havi eg lisið nógv í bókum, sigur Poul Hentze.
? Eg royni at siga okkurt við myndnum hjá mær. Eg havi altíð verið hugtikin av skaparaverkinum, og teir ymsu ljósvirkningarnir geva mær íblástur til at mála. Bara tað at síggja sólarljósið koma ígjøgnum mjørkan ein myrkan dag er nóg mikið til at fáa meg at fara eftir penslinum.
Poul er dagliga lærari. Hann sigur, at eisini hjá børnunum fær hann íblástur til at mála. Tað spontana hjá børnunum gevur eisini nakað til málingina hjá Poul. Poul vil sjálvur kalla tað hann málar fyri naturalistiskt.
At mála er fyri Poul eisini eitt slag av terapi. Tað hjálpir honum at sleppa av við nakrar kenslur, sum hann annars ikki fekk sagt við orðum. Sorg, gleði, ella hvat tað nú kann vera. Fyri Poul er tað týdningarmesta, at móttakarin fær okkurt burturúr málningunum. Tað hevur ikki so nógv at siga, um tey ikki skilja málningin júst á tann hátt Poul ætlaði tey skuldu skilja hann, men bert tað, at tey fáa okkurt annað burturúr honum. Ein stórur partur av frítíðini hjá Poul fer við at mála, men tó bert í tíðarskeiðum. Tá hann ikki stendur við penslinum, so er tað gittarin og sangurin, sum fer avstað við frítíðini.
Listaframsýningin letur upp í dag klokkan 15, og hon heldur áfram til og við týsdagin 12. mars.