Blásti lív í Labour

Bretski arbeiðaraflokkurin Labour heldur ársfund í Brighton í hesum døgum, og í gjárkvøldið var formaðurin í norska Arbeiðaraflokkinum, Jens Stoltenberg, gestarøðari. Ætlanin var, at hann skuldi tosa um veðurlagsbroytingarnar, og tað gjørdi hann eisini.

Men tað, sum serliga vakti ans, var, tá hann royndi at sannføra fundarfólkið um, at Labour kann vinna valið næsta ár, hóast meiningakanningarnar nú siga nakað heilt annað.

Hann ásannaði, at arbeiðaraflokkurin hevði tapt í Týsklandi, men í Noregi og Portugal vann hann, og tað sama fer at henda í Grikkalandi um eina viku og í Bretlandi næsta ár, segði Jens Stoltenberg og bleiv fagnaður við rungandi lógvabrestum.