Blásaratrio við Jógvani, Andreu og Kára

Í annaðkvøld skipar Orfeus, tónleikafelag Norðurlandahúsins, fyri konsert

 

Í annaðkvøld, hóskvøldið, kl. 19.30 verður so aftur ein konsert við Orfeus, tónleikafelag Norðurlandahúsins. Tað er ein føroysk blásaratrio, ið er mannað við tónleikarunum Andreu Heindriksdóttir, floyta, Kári Bæk, obo og Jógvan Zachariassen, fagott.

Tey hava øll fingist við tónleik í mong ár. Jógvan og Andrea spæla saman í Aldubáruni, og Kári er eisini burturav eitt av okkara ídnastu tónaskaldum, at vit kenna hann sum oboleikari.

Tey hava áður spælt saman í øðrum høpi, eitt nú hava tey spælt í Føroya Symfoniorkestri og eitt stutt skeið í 80?unum í einari blásarakvintett.

Nú tey øll búgva í Føroyum, hava tey gjørt av at royna at taka uppaftur hesa trio.

Tað, tey fara at spæla í annaðkvøld, eru verk eftir Haydn, Britten, Kára Bæk, Beethoven og fleiri onnur.