Blása og hava mjøl í munninum

Kunsturin at blása og hava mjøl í munninum verður av og á royndur í politikki.

 

Edmund Joensen



Kunsturin at blása og hava mjøl í munninum verður av og á royndur í politikki.

Seinasta fríggjadag var eitt uppskot um at lækka bensinavgjaldið við umleið 5 milliónum krónum um árið til 2. viðgerð á Føroya Løgtingi. Uppskotið átti Hendrik Old, løgtingsmaður.

Andstøðan atkvøddi fyri uppskotinum, og onkur blank atkvøða frá samgongulimum gjørdu, at málið varð samtykt við 2. viðgerð. Áhugavert verður tí at síggja, hvussu leikur fer við 3. viðgerð.


Óli Breckmann í mjølblástri

Útvarp Føroya gjørdi nógv burturúr hesum forholdsvís lítla máli, og sendi eina samrøðu við Óla Breckmann, sum gramdi seg dúgliga um Karsten Hansen, landsstýrismann, samgonguskjalið o.s.fr.

Uppskotið sjálvt og upphæddin eru ikki tað áhugaverda í hesum føri. Tað sum er sera áhugavert, er at síggja hvussu formaður Fólkafloksins á tingi, Óli Breckmann, nú bæði fólkatingsval og løgtingsval nærkast, roynir seg í uppgávuni at blása við mjøli í munninum.

Samstundis sum hann slær Karsten Hansen, landsstýrismann í fíggjarmálum í høvdi við skattalættum og avgjaldslættum, so hevur sami Óli Breckmann við persónligari undirskrift, saman við samgonguni, lagt uppskot fyri løgtingið, um at avtaka allar ríkisveitingar yvir nøkur fá ár. Sambært uppskotinum verður byrjað við at lækka heildarveitingina við 300 ? 400 milliónum krónum longu á komandi fíggjarlóg.

Hetta stendur svart uppá hvítt í uppskotinum hjá samgonguni. Løgmaður hevur síðani sagt, at talið skal vera 400 milliónir.

Ei undur í at landsstýrismaðurin í fíggjarmálum kikkar eftir ondini við hvørt.


Samfelagsmenningin steðgar

Í sambandi við nýggjastu útmelding landsstýrisins og samgongunar, settu vit í Sambandsflokkinum nøkur skilafólk í samráð við óheft búskaparfólk at gera eina meting av framtíðar fíggjarætlan Føroya Løgtings. (sí talvu niðanfyri).

Allar útrokningar eru í føstum prísum (t.v.s. at inflatión er ikki íroknað), og roknað er við eini lækking av blokkinum á 300 milliónir krónir, og ikki við 400 milliónum sum løgmaður nú hevur boðað frá. Um landsstýrið heldur seg til tær 400 milliónirnar, gerst kaosið sjálvandi somikið størri.


Føroyska samfelagið fær við ætlan landsstýrisins eitt satt skot fyri bógvin, sum ger at øll samfelagsmenningin steðgar. Tey sum hava sæð fram til nýtt Suðuroyarskip, útbygging av fløgvøllinum í Vágum, útbygging av sjúkrahúsi, undirsjóvartunnlar og aðrar íløgur, gera best í heldur at venja seg við tankan um hægri skatt og avgjøld ístaðin og eina munandi lægri fíggjarlóg við teimum stóru samfelagsligu avleiðingunum, sum hetta nátúrliga hevur við sær.

Skilaleyst

Henda útrokning og framrokning av landsstýrisins ætlan vísir í turrum tølum okkum øllum, hvussu skilaleys ætlanin hjá sitandi landsstýri og samgongu er.

Tað er tí væl skiljandi, at løgtingsmenn meira enn fyrr royna at gerast uppaftur betri í kunstinum at blása við mjøli í munnunum.