Blámusoppur staðfestur í Gøtu skúla

Elsti parturin av skúlanum í Gøtu, sonevndi 1929-skúlin, er fongdur við blámusoppi, staðfestir ein kanning, sum kommunan lat gera áðrenn páskir Øll undirvísing í 1929-skúlanum, sum hevur verið nýttur til smíð-, evning-, og teldustovu, er fyribils flutt í nýggjara skúlan frá 1974 ístaðin.

- Hetta er ein bráfeingisloysn restina av skúlaárinum. Hvat, ið síðani hendir, má býráðið taka støðu til. Antin at seta bygningin í stand ella at byggja nýtt, sigur Karl A. Thomsen, skúlastjóri í Gøtu við Rás 2.

Borgarstjórin í Eysturkommunu, Jóhan Christiansen, væntar ikki, at kommunan fer at byggja ein nýggjan bygning í bræði.

- Eg dugi illa at síggja, at vit byggja nýtt her og nú, tí hesin skúlin er partvíst renoveraður. Latið okkum fyrst síggja, hvussu umfatandi skaðin er áðrenn, sigur borgarstjórin í Eysturkommunu við Rás 2, sum vísir á, at kommunan einans hevur fingið staðfest, at blámusoppur er í gamla skúlanum.

Eisini ein partur av nýggja skúlanum er kannaður, tí illgruni var um blámusopp; men tað vísti seg ikki at vera nakað har.

Blámusoppurin er staðfestur serliga í niðaru hæddini í gamla skúlanum - rundan um vindeygu og hurðar og har gólválegging er.