Blómur fyri teimum deyðu og saknaðu

Avvarðandi og menn, sum yvirlivdu skipsvanlukkuna, tá veitingarskipið Bourbon Dolphin koppaði, vóru fyrrapartin í dag savnaði á eini strond nærindis Lerwick í Hetlandi, har tey settu blómur í sandin og tveittu blómur á sjógvin fyri teimum deyðu og saknaðu Hetta var ein hjartanemandi sjón.

Tað var sjómanspresturin, Torbjørn Holt, sum tók ímóti teimum 21 avvarðandi og teimum sjey, ið komu undan skipsbrotinum við lívinum.

- Vit hildu tað vera rætt at savnast nær sjónum, segði sjómanspresturin, tá hann tók ímóti hesum fólkunum á Sounds of Sands.

Tríggir av manningini eru funnir deyðir, fimm eru framhaldandi saknaðir, og sjey eru bjargaðir á lívi.

Avvarðandi og teir, sum yvirlivdu, hildu um hvønn annan.

Matrósurin, sum var við Bourbon Dolphin, Egil Hafsås, segði í gjár sína søgu um, hvussu hann bjargaði sínum egna lívi og lívinum á tveimum øðrum, tá skipið koppaði.

Í morgun stóð Egil Hafsås saman við hinum øllum og helt um tey.

Tað var sjómanspresturin, sum býtti út blómurnar til øll, sum komin vóru á strondina.

- Her eru blómur í ymiskum litum, og tað haldi eg vera gott, tí kenslurnar eru ymiskar. Blómur verða brúktar, bæði í gleði og sorg, segði Torbjørn Holt, sjómansprestur.

Stjórin í Bourbon Offshore, sum eigur skipið, Trond Myklebust, var eisini við til tiltakið í Hetlandi í morgun.

Í dag kundu tey avvarðandi, sum ynskja tað, sleppa ein túr við flogfari út á vanlukkustaðið og sjálvi síggja, hvussu Bourbon Dolphin liggur við botninum í vatnskorpuni.

Teir deyðu/ saknaðu:

? Oddne Arve Remøy (44), Herøy

? David Remøy (14), Herøy

? Bjarte Grimstad (37), Hareid

? Kjetil Rune Våge (31), Ålesund

? Frank Nygård (42), Hareid

? Ronny Emblem (25), Ålesund

? Søren Kroer (27), Ørum Djurs, Danmark

? Tor Karl Sandø (54), Ålesund

Teir, sum yvirlivdu:

? Øystein Sjursen (24), Sykkylven,

? Thomas A. Arnesen (18), Fosnavåg,

? Ånje Nilsen (39), Tromsø,

? Per Jan Vike, Bølandet,

? Atle Egil Hafsås (36), Nordfjordeid

? Geir Syversen (31), Fredrikstad.

? Kim Henrik Moldskred Brandal (19), Hareid