Tey siga, at tað ongantíð er ov seint: Amerikanski sjónleikarin, Meredith Baxter, er lopin úr skáðinum sum 62 ára gomul.
Tað var í sjónvarpssendingini Today á amerikansku sjónvarpsstøðíni NBC, at Meredith Baxter avdúkaði loyndarmálið.
- Eg eri lesbisk, og tað var nakað, sum eg fann út av, tá eg var komin væl upp í árini, segði hon í sjónvarpssendingini.
Um okkara leiðir er Meredith Baxterbest kend sum Elyse í Blomsterbørns Børn frá áttatiárunum, har hon spældi hippie-mamman hjá Alex Keaton ? leikluturin, sum Michael J. Fox hevði.
Hon hevur altíð hildið privatlívið fyri seg sjálvan, men fyri einum mánaði síðani var tað onkur sum hevði sæð, at hon var farin á eina frítíðarferð, sum lesbiska ferðastovan, Sweet, skipaði fyri. Søgur hava gingið eina tíð, og tað hevur fingið hana at trína fram.
Meredith Baxter hevur verið gift tríggjar ferðir við monnum frá 1966 til 2000 ? hjúnaløg, sum øll hava verið kompliserað.
- Men tað kom mær ongantíð til hugs, at eg sjálv var trupulleikin, segði hon í sjónvarpssendingini.
Fyri sjey árum síðani hevði hon eitt tætt forhold til eina aðra kvinnu ? og tað fekk hana at vakna. Seinastu fýra árini hevur hon verið saman við núverandi unnustuni, Nancy Locke.