- Tað er ikki lætt, tá ein tú kennir hevur rústrupulleikar. Hvørt tað so eru foreldur, systkin, børn ella onnur, sum tú kennir, so raka trupulleikarnir tann avvarandi eisini sera hart. Tað ringasta er kanska at tann avvarandi ongan hevur at tosa við, sum skilir støðuna, verður sagt.
Blákrossheimið skipar fyri skeiðum fyri avvarðandi, so at hesi eisini kunnu fáa hjálp.
Á skeiðinum hava ráðgevar, sálarfrøðingar o.o. fyrilestrar um sera viðkomandi evnir. Hesir hava drúgvar royndir við at vegleiða og ráðgeva avvarðandi í teirra truplu støðu.
Umframt hetta eru eisini bólkasamrøður, har luttakararnir sita saman í bólki við fólkum, sum hava verið í somu støðu. Har verður tosað um evnini, ið hava verið frammi í fyrilestrunum.