Blákrossheimið nýggjan leiðara

Jütta Olsen verður nýggjur leiðari á Blákrossheiminum á Nesi. Hon hevur verið virkandi leiðari eina tíð, men nú er hon sett í fast starv sum leiðari. Hon avloysir Olgu Magnussen

Jütta Olsen er útbúgvin sjúkrarøktarføðingur og hevur millum annað tikið viðgerðarútbúgving í DAT (dialektiskari atferðarterapi) og PE (prolonged exposure). Hon hevur starvast á Blákrossheiminum síðani 2007.

Í sambandi við vaktarskiftið verður almenn móttøka á Nesi fyri Olgu Magnussen, fráfarandi leiðara, og Jüttu Olsen, komandi leiðara, seinnapartin fríggjadagin, verður sagt í tíðindaskrivi.