Ætlanin er bæði at víðka um úrvalið av vørum og at hava longur opið. Frammanundan hevur búðin verið opin fimm dagar um vikuna. Hetta fara tey at halda fram við, men nú verður eisini opið leygardag. Umframt tey brúktu klæðini, tekur búðin nú eisini ímóti brúktum leikum, føroyskum bókum, prýðislutum og brúkslutum.