Bløðini skrivaðu:

Dagblaðið fríggjadagin 23. juli 1948:

Stóð at lesa um eina Ólavsøkuframsýning í Havn fyri 55 árum síðan. Tað var listafelagið, ið skipaði fyri hesi framsýning.

Frá 25. til 30. juli, báðar dagar íroknaðar verður myndaframsýning í Havn. Tað er listafelagið, ið stílar fyri. Vit hava frætt um hesi ið luttaka: Ingálvur av Reyni, Frida Rasmussen, Elinborg Lützen, Jóan Petur Meitilberg, Ruth Smith, William Heinesen, Jacob Olsen, Kári Nolsøe, Bent Restorff, Mikines, J. Waagstein, Sigmund Petersen, Eyvind Dalsgaard, Janus Kamban, William Smith, Werland Johansen, Svend Lützen, Bergljót Heinesen og Niels Kruse. Framsýningin verður upplatin kl. 2 komandi sunnudag. Hinar dagarnar verður opið frá kl. 11 til 8. Lutirnir eru um 150 í tali.

Dimmalætting mikudagin 7. august 1963:

Í teginum "Tíðindi innanoyggja"stendur m.a.:

Við gudstænastu í Hvalbiar Kirkju, sunnudagin 9. august, innsetur Jákup Joensen varabispur Johs. Follend, prest, í starv sum prestur í Hvalba.

Skemtileikurin "Brim og Brúdleyp" sum Havnar Sjónlekarfelag førdi fram tvær ferðir um ólavsøkuna og síðan hevur leikað 3 ferðir fyri stappandi fullum húsum, verður aftur framførdur fríggjadagin, leygardagin og sunnudagin komandi

Heðin Brú hevur á egnum forlagi givið út skaldsøguna "Leikum fagurt" við evni frá føroyskum samfelagslívi.

Ferðamannaskipini: Tjaldur kemur á Havnina fyrrapart fríggjadagin og fer avstað aftur kl. 18 til Keypmannahavnar. Fríggjadagin 9. august fer Dronning Alexandrine úr Keypmannahavn til Ísland og Føroyar. Hekla kemur mánamorgunin á Havnina á veg norðureftir.


Sosialurin leygardagin 27. juli 1963:

Brot úr ólavsøkuskránni:

Leygardagin 27. juli.
kl. 17.00. Fótbóltur. Hafnafjørður - HB
Kl 17.00 Kappsvimjing í Gundadalshylinum. Steypakapping millum Neptun, Øster Hurup, Jylland og Havnar Svimjifelag.

Ólavsøkuaftan:
kl. 11.00. Gudstænasta: Høgni Poulsen prestur prædikar
kl. 14.00. Skrúðgonga úr kommunuskúlagarðinum oman Niels Finsensgøtu og inn á Tinghúsvøllin, har Hanus við Høgadalsá løgtingsmaður setur ólavsøkuna.
kl. 17.00. Almennur fundur á Háskúlanum. Tummas Jacobsen prestur flytur røðu.
kl. 17.30. Fótbóltur. Oldboys KÍ/TB - HB/B36
kl. 19.00. GHM og Sørvágs Tónleikarafelag spæla á Vaglinum.

Ólavsøkudagur:
Kl. 11.00. Løgtingsmenn, prestar og aðrir embætismenn ganga Skrúðgongu úr løgtinginum í kirkjuna. Jákup Joensen varabispur prædikar
kl. 14.15. Havnar Hornorkestur hevur konsert á Tinghúsvøllinum
kl. 15.00-20.00. Basarur hjá Franciskanarasystrunum
kl. 15.30. Fótbóltur. Hafnafjørður/ Ísafjørður ? býliðið
kl. 17.30. Hondbóltur. Hafnafjørður/Ísafjørður ? landsliðið (menn)
Ísafjørður ? Kyndil (kvinnur) og KFUM - Læraraskúlin
kl. 19.00. Fótbóltur. Prestar og læknar (til frama fyri Føroyahúsið í Keypmannahavn)