Verða tað bløðini sjálvi, sum framyvir fara at bera Dimmalætting, Sosialin og lýsingabløð út til húsarhaldini, fer hetta at føra til álvarsligar avleiðingar fyri Postverk Føroya.
Hetta ásannar Bergur í Garði, postverkstjóri, nú tað er vorðið greitt, at tey bæði stóru bløðini, Dimmalætting og Sosialurin, ætla sær at samstarva um at gera eitt felag, ið skal bera bløð teirra út allar dagar í vikuni.
Bløðini bæði siga seg tó ynskja, at Postverkið framhaldandi skal bera bløðini út, men so skal hetta vera um kvøldið og fyri ein sámuligan penga. Arbeitt hevur verið við at gjørt slíka avtalu millum bløðini bæði, Postverk Føroya og Føroya Postfelag, ið er fakfelagið hjá postboðunum, men líkt er ikki til, at semja finst millum hesar tríggjar partar.
Reglur og karmar skulu haldast
Á aðalfundinum hjá Føroya Postfelag um vikuskiftið varð júst hetta málið viðgjørt, og samdust fundarluttakararnir í hesum sambandi um eina yvirlýsing.
Í yvirlýsingini stendur, at limir felagsins ikki kunnu góðtaka, at málið í útvarpi og bløðunum verður lagt út soleiðis, sum um tað eru starvsfókini í postverkinum, ið eru ein forðing fyri, at postverkið kann geva bløðunum eitt tilboð upp á at bera bløðini út um kvøldið.
Eisini siga postfólkini í yvirlýsingini, at tað fyrst og fremst má standa upp til leiðslu postverksins, um hon metir, at útberingin ber til innan teir karmar og reglur, sum eru galdandi fyri arbeiðsplássið.
Hesir karmar eru, sambært Sunnleivi Højgaard, nývalda formanninum í Føroya Postfelag, at postboðini skulu fáa ávísar viðbøtur, skulu tey bera post út um kvøldaranar.
Formaðurin í postfelagnum leggur dent á, at talan ikki er um beinleiðis yvirtíð, men um eina væl uppiborna viðbót fyri at arbeiða hesa óvanligu arbeiðstíð, sum slík útbering hevur við sær.
Sunnleivur Højgaard leggur tó dent á, at hetta ikki skal fatast sum nakar illvilji frá postboðunum. Men talan ikki er um annað enn rímulig krøv.
Sáttmáli er sáttmáli
Bergur í Garði, postverksstjóri, sigur seg ikki kunna gera annað enn at virða sáttmálan við postfelagið. Hann sigur seg hava fingið greið boð frá posfelagnum um, at felagið ikki fer at eina semju, ið liggur uttan fyri sáttmálan hjá postfólkunum.
? Hetta merkir, at tað verður trupult hjá okkum at fáa eina útbering, sum fer at loysa seg, upp at standa, sigur Bergur í Garði.
Postverksstjórin ásannar, at ber ikki til at bera bløðini út, fer hetta at merkja eitt stórt tap fyri Postverkið, og kann hetta tap í seinasta enda føra til uppsagnir.
Postverk Føroya fær um fýra milliónir um árið fyri at bera bløðini út, og inntøkan av øðrum addressuleysum posti er, sambært postverksstjóranum, nøkulunda tann sama.










