Bláikrossur: Bíða enn eftir aðalskrivaranum

Enn er eingin aðalskrivari settur, eftir at Jaspur Langgaard fór úr starvinum sum aðalskrivari í felagsskapinum á nýggjárinum.

Eftir áheitan frá landsnevndini fer Jaspur kortini at virka sum aðalskrivari hálva tíð fram til 1. februar.
Sverri Steinhólm, formaður í landsnevndini hjá Bláa Krossi, sigur, at hann torir ikki enn at siga, nær nýggjur aðalskrivari verður settur.
- Men vit arbeiða við málinum, sigur hann.