Blái Krossur tikið nýggjan bygning í nýtslu

Hósdagin 7. mai var móttøka fyri innbodnum í nýggja Blákrossbygninginum í Saltangará. Í bygninginum er handil, endurnýtsla, skrivstova umframt onnur høli

Petur Jákup (Dakko) Petersen, aðalskrivari hjá Bláa Krossi Føroya, setti móttøkuna. Hann takkaði hjartaliga fyri allan tann stuðul, felagsskapurin hevur fingið í hesum tíðum. Eisini legði hann dent á hjartamálið hjá Bláa Krossi, at hjálpa og stuðla børnum, ið vaksa upp í heimum, rakt av misnýtslu, skrivar heimasíðani hjá Bláa Krossi.

Eftir hetta sang Bárður á Lakjuni nakrar sangir.

Evy Jacobsen, forstjóri í Betri og umboð frá Betri stuðulsgrunninum, kunnaði um teirra arbeiði. Betri stuðulsgrunnurin hevur til endamáls at veita peningaligan stuðul til skaðafyribyrgjandi, sjúkfyribyrgjandi og trygleikaskapandi endamál. Stovnurin hevur valt at veita peningaligan stuðul til Bláa Kross Føroya í samband við nýggja bygningin.

Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu, tosaði um týdningin, ið felagsskapurin hevur havt í føroyksa samfelagnum.

##med2##

Sverri Steinhólm, landsnevndarformaður, greiddi frá, hvussu felagsskapurin er komin har, sum hann er í dag.

Vevna koronasmittuna og almennu tilmælini vóru bara 50 fólk til staðar til móttøkuna. Tiltakið varð eisini sent live á facebook, har yvir 2000 fólk fylgdu við, skrivar Blái Krossur á heimasíðuni.

##med3##