Í døgunum 21. ? 22. mars hevur Blái Krossur ta árligu landsstevnuna. Í ár verður hon í Miðvági, og tiltøkini verða hildin í missiónshúsinum og í kirkjuni, skrivar Trúboðin
Á landsstevnuni hjá Bláa Krossi verða nógv spennandi tiltøk. Stevnan byrjar leygarmorgunin klokkan 10.00 við vælkomu og drekkamunni. Síðani verður aðalfundur, m.a. verður greitt frá arbeiðinum, og nýggir limir verða valdir í landsnevndina. Eftir døgurða verður ein pallborðsfundur har evnið ?Føroyskur rúsdrekkapolitikkur? verður viðgjørt av umboðum frá Bláa Krossi og myndugleikunum. Við pallborðið sita Pál Weihe, formaður í Fólkaheilsuráðnum
Jóhan Dahl, landsstýrismaður, Jákup Mikkelsen, formaður í Løgtingsins Trivnaðarnevnd, Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa Krossi og Gunnar Nattestad.
Seinni verður greitt frá blákrossarbeiðinum heima og úti. Nógv er hent seinasta árið, serliga viðvíkjandi umsorganarheiminum í Grønulíð og arbeiðinum við teimum heimleysu.
Eftir kvøldsetuna, har Gimmi Olsen talar um evnið ?Hevur Gud umsorgan fyri mær??, skipar BKU, Blá Kross Ungdómur, fyri einum ungdómstiltaki.
Sunnudagurin byrjar við gudstænastu, og seinnapartin er eitt familjutiltak á skránni. Møti eru bæði kvøldini, og til tiltøkini verða eisini framførslur frá kórum, smærri bólkum og dramabólki.
Øll eru vælkomin á landsfundin, men á aðalfundinum leygarmorgunin, hava bert limir atkvøðurætt.
Sí fullfíggjaða skrá á heimasíðuni www.blakross.fo.