Blái Krossur fegnast um, at Løgtingið feldi uppskotið um at gera tað møguligt at bryggja sterkari øl í Føroyum. Men gleðin kann gerast stokkut Í vikuni feldi løgtingið eitt uppskot um at gera tað loyvt at bryggja sterkari øl og brennivín í Føroyum.
Hetta er Blái Krossur fegin um.
- Blái Krossur heldur hetta ikki vera røttu leiðina at ganga. Serliga havandi í huga, at ølnýtslan í Føroyum er økt við 26 prosentum seinastu 15 árini. Somuleiðis er samlaða alkoholnýtslan vaksandi. Hetta eigur at seta nakrar ávaringarklokkur í gongd, sigur Hjalmar Hansen, aðalskrivari í Bláa Krossi.
Hann sigur, at ein máti at tálma nýtsluni, er at gera tað verri at fáa fatur á rúsdrekka.
- Blái Krossur tekur undir við uppskotinum hjá Fólkaheilsuráðnum, at beinleiðis sølan hjá bryggjaríum eigur at halda uppat. Vit halda, at øll søla av rúsdrekka skal fara ígjøgnum Rúsdrekkasølu Landsins, sigur Hjalmar Hansen.
Men gleðin hjá Bláa Krossi kann gerast stokkum, tí landsstýrismaðurin við vinnumálum arbeiðir við einum uppskoti um, at tað skal verða loyvt at bryggja sterkari øl - men ikki brennivín - í Føroyum.










