Blái Krossur Føroya samlar sítt virksemi í Saltangará

Í sambandi við sítt virksemi í Saltangará, hevur Blái Krossur Føroya ognað sær ein bygning til alt sítt virksemi í økinum. Talan er um bygningin, har Colorama helt til á Heiðavegi

Talan eru um fýra ymisk leigumál, sum nú verða savnað á einum staði.

Bygningurin á Heiðavegi er 810 fermetrar í trimum hæddum og stendur við høvuðsvegin í Saltangará.

Blái Krossur hevur havt bæði endurnýtslu, blákrossbúð og skrivstovuhøli í Saltangará. Alt hetta virksemi verður nú savnað í nýggja bygniginum. Harumfram verður eisini eitt samtalurúm til fyribyrgingarøkið.

Fyri at kunna lyfta hesa stóru uppgávu hevur Blái Krossur Føroya millum annað fingið góðan stuðul frá Betri Stuðulsgrunninum á 700.000 krónur umframt stuðul frá privatum.

Felagsskapurin hevur eisini selt fasta ogn í Tórshavn, sum partvís gongur inn í keypið. Hetta inniber, at Blái Krossur Føroya framyvir fer at gjalda minni í høliskostnaði, enn vit gera í dag.

Ætlanin er, at bygningurin verður tikin í nýtslu í mars 2020, sigur Dakko Petersen, aðalskrivari við heimasíðuna hjá Bláa Krossi.