Blái Krossur Føroya nýggjan skrivara

Fríggjadagin 9. januar var almenn móttøka á skrivstovuni hjá Bláa Krossi Føroya á Glyvrum í sambandi við at aðalskrivarin seinastu átta árini, Ásbjørn Jacobsen, hevur lagt frá sær, og Jaspur Langgaard á Nesi hevur tikið við sum nýggjur aðalskrivari.

Eini 100 fólk vóru til móttøkuna og nøkur teirra hildu talu, tey vóru m. a. nevndarformaðurin Sverri Steinhólm, fráfarandi aðalskrivarin Ásbjørn Jacobsen, nýggi aðalskrivarin Jaspur Langgaard, landsstýrismaðurin í heilsumálum Bill Justinussen og løgtingslimurin Alfred Olsen.

Nýggi aðalskrivarin, Jaspur Langgaard, er 33 ára gamal og leirvíkingur. Eftir lokið studentsprógv fór hann í 1990 til Danmarkar at lesa til datamatikara.

Stutt eftir at hann var heimafturkomin fekk hann starv sum edv-maður á Formula í Havn og har hevur hann verið í starvi seinastu 9 árini. Tó arbeiddi hann í 2000 sum KT-leiðari á Almannastovuni.

Jaspur er giftur við Oliviu, f. Olsen, í Rituvík og tey eiga synirnar Remi, 12 ár og Beinir, 4 ár.

Blái Krossur Føroya er ein privatur hjálparfelagsskapur, ið umboðar 1100 limir í 8 lokalfeløgum. Á skrivstovuni á Glyvrum arbeiða 3 fólk, á Blákrosskaféini í Havn arbeiða 2 fólk, á Blákrossheiminum eru 12 ársverk og uml. 60 kvinnur arbeiða sjálvboðið í Blákrossbúðini.

Endamálsgreinin hjá Bláa Krossi Føroya kann býtast upp í trý:

1. Hjálpartænastan, sum er at hjálpa menniskjum, ið eru illa fyri vegna misnýtlsu av rúsdrekka ella rúsevnum.

2. Fyribyrgingararbeiði, har roynt verður at fyribyrgja at fólk misnýta rúsdrekka og onnur rúsandi evni, og at virka fyri eini rúsfríari lívsáskoðan og rúsfríum umhvørvi.

3. At boða gleðiboðskapin um Guds kærleika til menniskju.

Jaspur sigur, at hann kundi hugsað sær at økt um limatali í Bláa Krossi og at gjørt meira burturúr fyribyrgingararbeiðinum. Í tí sambandi kundi hann hugsað sær, at almennu myndugleikarnir settu meira pening av til fyribyrgingararbeiði á løgtingsfíggjarlógini m.a. til fyribyrgingarátakið hjá Bláa Krossi "Børn í vanda", sum hevur til endamáls at veita børnum góðan og tryggan uppvøkstur.