Ein nýggj veljarakanning, sum Megafon hevur gjørt fyri TV2 og Politiken, gevur andstøðuni ein uppaftur størri valsigur, enn aðrar kanningar teir seinastu dagarnar hava víst.
Endar fólkatingsvalið tann 15. september sum dagsins veljarakanning, fær tann reyði vongurin 94 fólkstingslimir og tann blái 81.
Politiskir eygleiðarar í Keypmannahavn hefta seg serliga við, at kanningin gevur Konservativa Fólkaflokkinum minni enn undanfarnar kanningar. Eftir kanningini hjá Megafon hevði flokkurin fyri 4,7 prosent nú.
Henrik Qvortrup, sum er politiskur tíðindaleiðari hjá TV2, sigur, at kanningarúrslitið er ein vanlukka fyri tann bláa blokkin og serstakliga tey konservativu. Hann heldur ikki, at bøkur Megafon-kanning hevur givið Konservativa Fólkaflokkinum so lítla undirtøku sum hendan seinasta.