Blóðgingin hevur ógvuliga nógv at siga

- Hevði upsin verið blóðgaður umborð, hevur fiskurin verið nógv betri og hvítari, og flakið hevði tráðnað nógv minni, sigur virkisleiðari, sum hevur fingist nógv við upsa

Upsi

Jason Johannesen, sum er virkisleiðari á Fiskavirking í Miðvági, hevur í síni longu tíð sum virkisleiðari og fiskavirkisstjóri fingist nógv við upsa. Tað, sum hann ikki veit um upsa at siga, um virking og sølu man neyvan vera vert at vita.
- Vit hava gjørt nógvar ymiskar royndir við upsa, og vit hava eisini deep-skinnað flakið, soleiðis sum Jørgin vísir á.
Jason sigur, at tað, sum hevur størstan týdning fyri, hvussu upsaflakið verður, er blóðgingin.
- Upsi hevur nógv blóð, og umborð á trolarunum verður hann ikki blóðgaður, men bara kruvdur.
Hann vísir á, at tað kann vera ein himmalvíður munur á upsa, sum er veiddur við snellu og upsa, sum er veiddur við troli.
- Hetta er næstan ikki sami fiskur, tá ið hann er virkaður til flak ella aðrar vørur.
Jason sigur, at blóðið, sum situr eftir í upsaflakinum, ger, at flakið tráðnar skjótt.
- Vit høvdu fingið eina nógv betri vøru burtur úr upsanum, um fiskurin varð blóðgaður beinanvegin. Men veiðan er stór, samstundis sum fiskurin er smáur, og tí er eingin møguleiki hjá manningini at blóðga fiskin, soleiðis sum henda veiða er skipað í dag.
Virkisleiðarin ásannar, at upsi er upsi, sum hann tekur til, men hann er samdur við Jørgini Bech um, at ymiskt kundi verið gjørt til tess at fingið meira fyri fiskin.
- Skulu vit hugsa um at fáa ein munandi betri prís fyri virkaðan upsa, er neyðugt, at allir tættir eru viðvirkandi til hetta.
Hann vísir á, at tað skal ein stórur "innsatsur" gerast í øllum liðum ? heilt frá fiskifeltinum, til vøran liggur klár til útflutnings.
- Haraftrat er neyðugt við marknaðarføring, sum miðjar eftir, at upsin verður seldur sum ein betri og dýrari vøra enn hana, sum vit ? og keypararnir ? kenna í dag.
Eitt er spiklagið; eitt annað er strípan, sum gongur niður ígjøgnum alt flakið. Skal hon fáast burtur, er neyðugt at klúgva flakið í tvey.
- Alt ber til. Einki er ómøguligt. Men hetta er nakað, sum veruliga krevur ein stóran innsats í øllum liðum í upsavinnuni, sigur Jason Johannesen.