Blóðgevi hevði HIV

Fyri tveimum árum síðani misti ein maður í kinesiska landspartinum Jilin arbeiðsførið av einari vanlukku, og hann gjørdi tí av at tekna seg sum blóðgeva fyri at lívbjarga sær. Vanlukkutí visti maðurin ikki, at hann var HIV-smittaður, og myndugleikarnir varnaðust tað heldur ikki, fyrr enn hann hevði latið øðrum blóð 23 ferðir, skrivar blaðið China Youth Daily.

Fyri trimum vikum síðani doyði ein sjúklingur, sum hevði fingið blóð frá tí HIV-smittaða manninum, og kanningar staðfestu, at fleiri sjúklingar, sum høvdu fingið blóð frá sama blóðgevanum tey bæði seinastu árini, vóru deyðir.

Fyri tveimum árum síðani mettu heimsheilsustovnurin WHO og kinesiska stjórnin, at um fimm ár fara umleið 10 milliónir kinesarar at hava HIV-smittuna í sær, men WHO sigur nú, at talið verður væl lægri, tí kinesisku myndugleikarnir hava sett fleiri tiltøk í verk fyri at tálma smittuni.