Blóðbaðið heldur fram

Ísraelsmenn royndu at myrða andaliga leiðaran í Hamas. Svarið kom

- Vit fara at hevna royndina hjá Ísrael at beina fyri Sheikh Ahmed Yassin, svór felagsskapurin Hamas, tá ísraelsmenn fyri nøkrum døgum síðani royndu at beina fyri andaliga leiðaranum í tí víðgongda felagsskapinum.
Og hevndin kom. Fyrrakvøldið kravdu tvær sjálvmorðsbumbuspreingingar í Tel Aviv og Jerusalem ellivu mannalív.
Hamas átók sær ábyrgdina av báðum og segði atsóknirnar vera hevnd fyri ísraelskan ágang. Ísraelska stjórnin gav Yasser Arafat skyldina, tí hann hevði forðað palestinsku myndugleikunum at taka vápnini frá Hamas og øðrum víðgongdum felagsskapum.
Í gjár vórðu tríggir palestinar, teirra millum ein 13 ára gamal drongur, jarðaðir. Teir doyðu í einum ísraelskum álopi í Hebron. Teir báðir menninir vóru limir í Hamas, siga ísraelsmenn. Um somu tíð søktu ísraelsmenn at einum húsum í Gaza, har ein leiðari í Hamas var staddur, men hann slapp við lívinum.
Hamas hevur lovað hevnd. Blóðbaðið heldur fram.