Upphitingin í Kiosk Vár byrjar klokkan 15 Fjepparafelagið hjá KÌ ?Bláa Bylgjan? samstarvar við Kiosk Vár um upphitingina. Frá klokkan 15 fer Bláa Bylgjan at halda til í teimum gomlu handilshølunum, har sum Pationo á sinni hevði handil.
Bláa Bylgjan bjóðar andlitsmáling til børnini, og børnini fáa eisini sokallaðan ?slush-ice? ókeypis. Møguleiki verður eisini hjá fólki at tekna seg sum lim í fjepparafelagnum.
Bláa Bylgjan fer eisini at selja fjeppara útgerð so sum turrikløð, keppar, húgvur, umframt fløguna, sum fjepparafelagið hevur givið út.
Ætlandi fara fjepparnir at ganga í skrúðgongu frá Kiosk Vár til vøllin á Djúpumýru klokkan 16.30.
Dysturin millum KÍ og NSÍ byrjar klokkan 17. Rúni Gaardbo dømir dystin.