Nógv hevur seinastu tíðina verið gitt um, hvat Tjóðveldi vil við nýggjum fiskiveiðusáttmála við Russland. Tá samgongan tók við var støðan tann, at eingin nýggjur sáttmáli skuldi gerast við Russland fyri 2024. Tað skuldi tað sambært núverandi samgonguflokkum heldur ikki vera fyri 2023, men brádliga – eftir at núverandi tjóðveldistingmaðurin Eirikur í Jákupsstovu skrivaði eitt lesarabræv – hálsaðu allir flokkar um, tí vóru ikki sundir at fyrireika nakað nakað alternativ, og tí at »landsstýrið einki hevði gjørt« við at fyrireika aðrar møguleikar.
Síðani tá hevur valdað tøgn – serliga frá Tjóðveldi og Framsókn. Tey hava tagt um russlandspolitikkin, tey vilja ikki siga, hvat tey halda. Landsstýrismaðurin sigur heldur einki, uttanríkisráðharrin sigur heldur einki. Men løgmaður sigur púra greitt, at eingin sáttmáli skal gerast við russisku stjórnina.
– Vit kunnu ikki á stjórnarstigi gera eina avtalu við Russland, altso Føroya Landsstýri og russiska stjórnin hjá Putin, tað halda vit ikki vera rætt, hvørki moralskt, etiskt ella trygdarpolitiskt, segði Aksel V. Johannesen við útvarpið leygarkvøldið.
##med2##
Um tað skal skiljast sum stuðul ella ikki, skal vera ósagt. Men Bjørt Samuelsen legði í gjár út nýggja permumynd á Facebookprofilin hjá sær, har hon og Volodymyr Zelenskyj taka lógvatak saman á Christiansborg í sambandi við vitjanina hjá Zelenskyj í Danmark herfyri.
Vit kunnu so bara gita, um hetta er eitt svar upp á eitthvørt innanhýsis kjak í Tjóðveldi.