Bjørt hevur góðar royndir við el-bili

- Eg dugi ikki at ímynda mær, at eg nakrantíð aftur fari at eiga ein bil, sum krevur bensin, sigur Bjørt Samuelsen.

 

Er tín bilur bensin, diesel, el ella annað?

- Fyri skjótt fýra árum síðan keypti eg mær mín fyrsta el-bil. Hetta er ein reyður, Renault Zoé. Allir mínir bilar hava verið franskir, men hetta er fyrstu ferð, eg royni Renault.  

Tað sigur Bjørt Samuelsen í Havn.

Hvørjar royndir hevur tú av bilinum? 

- Royndirnar eru góðar. Bilurin liggur væl á vegnum, er lættur at koyra og hevur fleiri tøkniligar hentleikar. 

Hon vísir á, at bilurin hevur 50 kW battarí, sum ger, at hon uttan trupulleikar kann koyra úr Havn til Viðareiðis og aftur - og so nakað væl aftrat við einum fullløddum battaríi. 

- Eg havi møguleika at løða heima, so tað er deiliga ómakaleyst at seta løðingina til um náttina og hava fult battarí á morgni. Løði bilin umleið einaferð um vikuna.  

Hugsar tú um el-bil til næsta keyp? 

- Ja, tað vænti eg. Dugi ikki at ímynda mær, at eg nakrantíð aftur fari at eiga ein bil, sum krevur bensin, leggur Bjørt Samuelsen aftrat.

 

(Í seinasta VikuskiftisSosiali høvdu vit serblað um bilar)