Tað var næstsíðsta fríggjakvøld, at Høgni Hoydal boðaði frá, at hann legði frá sær sum formaður í Tjóðveldi.
Tá freistin týskvøldið á midnátt var úti at stilla upp til forfólkavalið í Tjóðveldi, vóru tvey uppskot komin inn, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.
Reglarnar eru so strammar í Tjóðveldi, at bara tey, sum eru vald á ting fyri flokkin á síðsta løgtingsvali kunnu stilla upp sum forfólk. Tað merkir, at bara tey seks fólkini, Høgni Hoydal, Bjørt Samuelsen, Sirið Stenberg, Hervør Pálsdóttir, Annika Olsen og Dennis Holm kunnu stilla upp. Tey trý, sum sita á tingi sum varafólk, Eirikur í Jákupsstovu, Liljan Weihe og Erling Eidesgaard kunnu ikki stilla upp. Tí vóru bara fimm, sum kundu taka við, nú Høgni Hoydal legði frá sær – og valið stendur millum tær báðar sum stilla upp, Bjørt Samuelsen og Sirið Stenberg.
Tað eru tilsamans 48 atkvøður til flokstingið hjá Tjóðveldi. Tær eru býttar soleiðis:
Norðoya Tjóðveldisfelag |
4 |
Suðuroyar Tjóðveldisfelag |
4 |
Sandoyar Tjóðveldisfelag |
2 |
Unga Tjóðveldi |
2 |
Eysturoyar Tjóðveldisfelag |
5 |
Norðstreym Tjóðveldisfelag |
2 |
Vága Tjóðveldisfelag |
2 |
Suðursteymar Tjóðveldisfelag |
8 |
Høgni Hoydal |
1 |
Sirið Stenberg |
1 |
Dennis Holm |
1 |
Hervør Pálsdóttir |
1 |
Annika Olsen |
1 |
Bjørt Samuelsen |
1 |
Eirikur í Jákupsstovu |
1 |
Liljan Weihe |
1 |
Erling Eidesgaard |
1 |
Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður |
1 |
John Dalsgarð, peningarøkil |
1 |
Bárður Gunnarstein Nielsen |
1 |
Rógvi Nybo, Norðstreymoyar Tjóðveldisfelag |
1 |
Sigrid J. Dalsgaard, Eysturoyar Tjóðveldisfelag |
1 |
Anfinn í Toft, Norðya Tjóðveldisfelag |
1 |
Eir Pálsdóttir, Sandoyar Tjóðveldisfealg |
1 |
Heini Hátun, Suðurstreymoyar Tjóðveldisfelag |
1 |
Sølvi Simonarson, Vága Tjóðveldisfelag |
1 |
Jógvan Jón Henriksen , Unga Tjóðveldið |
1 |
Tilsamans |
48 |