Fólkaskúlaráðið eigur at verða sett aftur sum skjótast. Tað sigur Herálvur Jacobsen, formaður í Lærarafelagnum, við skúlablaðið.
Skeiðið hjá Fólkaskúlaráðnum er langt síðani runnið og Bjørn Kalsø hevur boðað frá, at nýtt ráð skuldi setast í vár.
Men hetta er ikki hent og tað heldur Herálvur Jacobsen, er sera óheppið.
Trýst á pílin undir myndini og hoyr, hví hann heldur, at tað er so óheppið, at vit einki fólkaskúlaráð hava.
|










