Í mars í ár er ætlanin at lýsa eftir stjóra til nýggja skúladepilin í Marknagili. Tað sigur Bjørn Kalsø, landsstýrismaður. Gunvør Balle, tingkvinna fyri Tjóðveldi, hevur spurt hann, hvussu tað gongur at skipa miðnámsskúlarnar kring landið í deplar.
Landsstýrismaðurin sigur, at hann arbeiðir við at gera eina løgtingslóg um skúladeplar. Ein fortreyt fyri einum skúladepli er, at talan er um at leggja útbúgvingarvirksemi saman, og at virksemi verður undir eina og somu leiðslu. Hvør depil skal hava ein depilsstjóra og hann skal skipa leiðslubygnaðin á deplinum. Men afturat sær skal depilstjórin hava eitt depilsráð, sum skal veita honum ráð og gera tilmæli um virksemið á deplinum.
Bjørn Kalsø sigur, at í løtuni verður arbeitt við at gera avtalur við stýrini og leiðslurnar í teimum trimum skúlunum, sum skulu húsast í Marknagilsdeplinum, tað eru studentaskúlin og HF í Hoydølum, umframt Handilsskúlin og Tekniski Skúli í Havn. - Tá ið hesar avtalur eru gjørdar, er ætlanin at lýsa eftir stjóra til Marknagilsdepilin og gongst eftir ætlan, verður tað nú í mars í ár, sigur Bjørn Kalsø.
Hann staðfestir eisini, at Studentaskúlin og HF-skeiðið í Eysturoy, og handilsskúlin á Kambsdali, verða lagdir saman í ein skúladepil og ætlanin er at skipa tann depilin í vár. - Endalig støða er ikki tikin, um Tekniski Skúlin í Klaksvík verður partur av hesum deplinum, sigur hann. Aðrir møguleikar eru at hann heldur fram sum sjálvsognarstovnur, ella at hann verður skipaður sum sjálvstøðugur depil, men endalig avgerð verður tikin um hetta í næstum, leggur Bjørn Kalsø afturat
HF-skeið hevur verið í Klaksvík síðan miðskeiðis í sjeytiárinum, men nú eru hølisumstøðurnar út av lagi vánaligar. - Tí er avgerð tikin um, at HF-skeiðið fer at húsast í Tekniska Skúlanum í Klaksvík, tá hølini, ið verða bygd har, eru klár, eftir ætlan í oktober í ár. Hinvegin er støða ikki tikin til at broyta bygnaðarligu støðuna hjá HF-skeiðnum, sigur landsstýrismaðurin í mentamálum.
|