Hóast handanin av mentanarvirðislønum, sum skuldi vera í Skálavík í dag er útsett vegna veður, so er Bjørn Kalsø, landsstýrismaður, kortini farin í Sandoynna í dag, sum upprunaliga ætlað, har hann hevur vitjað í skúlum og stovnum í oynni.
Orsøkin til avlýsingina er ikki tann, at landsstýrismaðurin ikki fær komið, men tí at onnur ikki koma vegin fram, og tí at samferðsla kring alt landið liggur lamin.
Handanin av mentanarvirðislønum landsins er ein hátíðarlig og hugnalig løta, har høvi verður at hoyra tónleik og kvøður til teirra, ið fáa virðislønirnar. Hvørji tey eru, verður avdúkað á tiltakinum.
Mentamálaráðið boðar frá, at tiltakið, sum er ókeypis, byrjar kl. 16.00 í morgin, og øll eru hjartaliga vælkomin.
Vitjanin hjá landsstýrismanninum byrjaði í Skopunar Skúla, har landsstýrismaðurin hitti við skúlaleiðsluna og varð vístur runt í skúlanum. Síðan vitjaði hann í Meginskúlanum, í Sands Skúla og í Listasavninum á Sandi.