Björn Borg saknar ikki tennis

Svenska tennislegendan hevur ikki hug at spæla frammanfyri áskoðarum aftur.

Eitt av bestu ítróttarfólkunum í svensku søguni, Björn Borg, var í 1970-unum av allarbestu tennisspælarum saman við eitt nú John McEnroe, sum fylti 57 ár í februar og í hesum døgum luttekur í Kings of tennis í Stokkhólmi.


John McEnroe hevur júst vunnið 6-2, 6-2 ímóti Mats Wilander, og tað prógvar, at formurin framvegis er góður. Björn Borg luttekur ikki í kappingini. Hann er áskoðari, og hann ætlar sær ikki at gera comeback.


- Um eg sakni tað? Ikki tað minsta. Eg spæli tveir-tríggjar tímar um vikuna fyri at halda meg í gongd. Tað ætli eg mær altíð at gera. Men at spæla fyri áskoðarum, tann tíðin er av, sigur Björn Borg í samrøðu við Aftonbladet.


Björn Borg er í dag 59 ára gamal. Hóast hann og John McEnroe vóru argastu kappingarneytar tá ið teir báðir spældu, so eru teir báðir í dag góðir vinmenn.


- Vit hava havt tað ótrúliga gott saman. Vit hava altíð varðveitt sambandið og hittast av og á. Tað er sjáldan hann er í Svøríki, so tað er stuttligt at hitta hann her nú. Eg og Patricia (konan, blm.) eru í New York inn ímillum, og tá hittast vit altíð, sigur Björn Borg.


Björn Borg er seinnu árini eisini vorðin kendur fyri fyritøku sína við sama navni, har hann hevur sligið sítt navn fast serliga á evropeiska marknaðinum við at selja undirklæðir, skógvar, taskur, brillur og luktilsi.