Bjóðar Danmark av í fótbólti á Fólkatingi

Ein árligur landsdystur millum Føroyar og Danmark var til viðgerðar í Fólkatinginum í dag

Í spurnartímanum í Fólkatinginum í dag mælti Magni Arge, fólkatingsmaður, til, at Føroyar og Danmark spæla ein árligan statsfíggjaðan landsdyst millum A-landsliðini í mansfótbólti.

 

Føroyskir-danskir vinardystir høvdu skapt gleði í báðum londum, segði Magni Arge í fólkatinginum í dag. DBU hevur ongnar slíkar ætlanir, men avvísir ikki hugskotið, sambært TV2.

 

Tað var, tá fólkatingslimirnir í dag høvdu høvi at seta ráðharrum spurningar, at Magni Arge reisti hugskotið beinleiðis til forsætisráðharran, Lars Løkke Rasmussen.

 

Tað varð, tá tosað var um hugskotið hjá forsætisráðharranum um, at danskir statsstovnar skulu flagga við føroyskum og grønlendksum fløggum eina ferð um árið – á ólavsøku og á grønlendska tjóðardegum 21. juni.

 

Magni Arge segði, at tankarnir hjá forsætisráðharranum ikki høvdu verið so nógv umrøddir í Føroyum sum í Danmark.

 

– Men eg havi eitt nógv betri hugskot, segði hann.

 

– Tað er ein árligur statsfíggjaður vinardystur í fótbólti millum Danmark og Frøoyar, segði hann – og fekk samstundis láturin fram í fólkatingssalinum.

 

– Hesir dystir skulu vera upp á skift í Ítróttarparkini og á Tórsvølli. Súmbolikkurin er at skilja. Tað kann gerast ein harður dystur, men har krevst fairplay millum partar á jøvnum føti, og so fáa vit eitt rættvíst úrslit. Áskoðararnir fáa eitt frálíkt show og kunnu bæði halda fólkafest saman og hvør í sínum lag, og tað kann minna um dystin millum David og Goliat, og vit eru til dystin fús, segði Magni Arge.