Bjóðaði øllum ein "umgang"

Allir 90 gestirnir á Hotel Skálavík høvdu í gjárkvøldið høvi at síggja landsdystin millum Føroyar og Grikkaland á stórskíggja.

Ikki færri enn 90 gestir hava yvirnáttað á Hotel Skálavík um vikuskiftið.

 

Í gjárkvøldið, tá landsdystur var á Tórsvølli millum Føroyar og Grikkaland, syrgdi Svein í Heiðunum, stjóri á Hotel Skálavík fyri, at allir gestirnir fingu høvi at síggja landsdystin á stórskíggja.

 

Eftir landsdystin, har Brandur H. Olsen skeyt avgerandi sigursmálið, bjóðaði stjórin ein umgang til allar gestirnar.

 

- Tað var ein sera hugnalig løta at síggja landsdystin á stórskíggja, har ungi og evnaríki skálvíkingurin hevði ein so týðandi leiklut - og síðan at fáa ein "umgang" frá stjóranum, tá stigini móti Grikkalandi vóru komin í hús.

 

Tað siga fólk við in.fo, sum vóru á Hotel Skálavík í gjárkvøldið.