Bestu umstøður til orku-og umhvørvisstevnu

- Tað eru stívliga 25 føroyskar fyritøkur, stovnar og kommunur, sum fara at vísa fram og siga frá sínum útboði á Orku-og umhvørvisstevnuni næsta vikuskiftið.

 

Í døgunum, fríggjadagin 22. og leygardagin 23. oktober, verður Orku-og umhvørvisstevna í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn. Báðar dagarnar verður opið frá klokkan 10 til 18, og her verður ókeypis hjá almenninginum at vitja. 

 

Ólavur í Geil hjá Advent Events Management, sum skipar fyri stevnuni saman við Virkisráðgevingini, vísir á, at endamálið við stevnuni og framsýningini er at geva føroyskum fyritøkum og stovnum høvi at vísa fram, hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnu, húsarhald og einstaklingin.

 

Umframt høvi at vitja básar hjá fjølbroyttum og forvitnisligum fyritøkum, stovnum og kommunum, sum verða við á stevnuni, verður eisini høvi at hoyra kjak og fyrilestrar um orku-og umhvørvismál í breiðum høpi. 

 

Her fara føroyskir serfrøðingar, sum hava fingurin á pulsinum innan orkuloysnir og umhvørvisvernd, at viðgera viðkomandi evnið.

 

Ólavur í Geil vísir á, at enn er ikki endaliga greitt, hvørji allir fyrilestrarhaldararnir verða, men kunnað verður leypandi um hetta og onnur viðurskifti í samband við stevnuna á Facebook-síðuni Orku-og Umhvørvisstevnan.

- Eftir at korona hevur argað seinasta hálvt annað árið, gleða vit okkum nú at kunna bjóða til eina nýggja framsýningarstevnu, har veitarar aftur fáa høvi at vísa fram, hvat tey hava at bjóða innan burðardygga nýtslu til vinnu, húsarhald og einstaklingin, sigur Ólavur í Geil. 

 

Orku- og umhvørvisstevnan er størsti framsýningar- og vitanarpallur innan orkumál í Føroyum, og fyrireikararnir gleða seg til at lata dyrnar í stórhøllini á Hálsi upp og bjóða vælkomin.

Ólavur í Geil vísir á, at umstøðurnar í ítróttarhøllini á Hálsi, nú høllin er útbygd síðan seinast, eru av teimum allar bestu, og her verður gott pláss hjá bæði framsýnarum og vitjandi.   

 

- Tað eru stívliga 25 føroyskar fyritøkur og stovnar, sum fara at vísa fram og siga frá sínum útboði, og tað er eingin loyna, at hóast ongar útlendskar fyritøkur beinleiðis eru við, eru nógvar útlendskar fyritøkur umboðaðar gjøgnum føroysku veitararnar á framsýningini, sigur hann.   

 

Orka-og umhvørvi eru spurningar, sum fylla rættiliga nógv bæði her hjá okkum og kring heimin. Ongantíð áður í nýggjari tíð hevur so stórt fokus verið á alternativar orkuloysnir, hvørki á landi ella sjógvi. 

 

Vinnan leitar eisini eftir alternativum loysnum, og fleiri spennandi loysnir og verkætlanir eru framdar, sum minka um útlát, og leitað verður alla tíðina eftir, hvussu tingini kunnu gerast uppaftur betur og reinari fyri okkara umhvørvi, sum í seinasta enda eisini er okkara framtíð - og framtíðin hjá okkara eftirkomarum.