Bjóða sær at hjálpa býráðnum at útvega fleiri íbúðir

Borgarar og vinnurekandi við Frúutrøð á Jónas Bronx í Tórshavn hildu týskvøldi tann 27. mars ein borgarafund í Smæruni, har soljóðandi tíðindaskriv var viðtikið:

 

»Vit, borgararnir og vinnurekandi við Frúutrøð, eru við upp á at fleiri fólk flyta inn í øki, tí bæði yngri og eldri ynskja at búgva í miðbýnum, og harvið samstundis skapa grundarlag fyri fleiri og betri tænastum á staðnum. Men tað skal gerast við skili, soleiðis at øll verða betri fyri, bæði verandi og komandi íbúgvar.

 

Við ætlanini hjá Tórshavnar Kommunu at byggja 50 íbúðir á Frúutrøð, uttan at gera aðrar tillagingar, verða øll verri fyri. Nógv alneyðug parkeringspláss hvørva, trafikkurin og larmurin økist, húsini aftanfyri Frúutrøð missa úsýni, húsini yvir av Frúutrøð koma at síggja inn í ein 3-4 hæddir høgan múr og trivnaðurin hjá íbúgvunum rundan um Frúutrøð versnar.

 

Einasta gongda leið at byggja tættari á Jónas Bronx er at gera eina samlaða ætlan fyri alt ella størri part av økinum enn bert Frúutrøð og so útbyggja stigvíst.

 

Áðrenn útbyggingina verða serkøn biðin um at leggja býarpartin soleiðis til rættis, at høvuðsdentur er á trivna. Tað skal eitt nú 1) vera minst eitt parkeringspláss fyri hvørja íbúð, umframt hópin av parkeringsplássum til fyritøkurnar í økinum, 2) ferðslan gjøgnum økið skal darvast ella leiðast uttanum økið, 3) tað skulu vera grøn økir, felagshølir, innkeypsmøguleikar og pláss skal setast av til kaffi- og matstovur, 4) hús í økinum, sum  borgarar vilja selja, kunnu við fyrimuni gerast partur av ætlanini og 5) borgarar, sum selja teirra hús, skulu fáa møguleika at fá eina nýggja íbúð í økinum.

 

Borgarabólkurin við Frúutrøð fer nú at víðka bólkin við íbúgvunum og teimum vinnurekandi m.a. niðan eftir Hoyvíksvegi og oman eftir Jónas Bronx. Hetta gera vit til tess at geva øllum borgarum, sum verða ávirkaði av útbyggingini, møguleika at verða hoyrd í hesum máli og til tess at bjóða kommuni okkara hjálp at útvega fleiri íbúðir í miðbýnum, samstundis sum vit betra trivnaðin.

 

Vegna íbúgvararnar við Frúutrøð

 

Niels Christan Nolsøe, Jákup í Stórustovu og Høgni Rasmussen«