Sands kommuna bjóðar nú øllum sínum borgarum til ókeypis skeið í lívbjargandi fyrstuhjálp.
Á seinasta bygdaráðsfundi varð einmælt samtykt at bjóða øllum í kommununi, sum eru 12 ár og eldri, eitt ókeypis fyrstuhjálparskeið, har hjartastartari verður ein partur av læringini.
- Vit halda tað hava stóran týdning, at so mong sum gjørligt duga fyrstuhjálp og at brúka hjartastartara, tí hesir førleikar kunnu hava avgerandi týdning, um vanlukka hendir.
Tað sigur Heri Sverrason, borgarstjóri í Sands kommunu í dag.
Sjálvsagt hevði tað verið best, um tørvur ongantíð var á lívbjargandi fyrstuhjálp og hjartastartara.
- Men, við einum tílíkum skeiði eru vit øll munandi betur fyri, um neyðugt verður at veita lívbjargandi fyrstuhjálp, sigur Heri Sverrason.
Í Sands kommunu siga tey, at tað verður Jógvan Jensen frá fyritøkuni Ansni, ið kemur at halda skeiðið, sum verður í bygninginum, har kommunuskrivstovan heldur til.
Skeiðið í lívbjargandi fyrstuhjálp á Sandi verður hin 23. apríl, og byrjað verður klokkan 9 henda morgunin.
- Tilmelding til skeiðið fer fram á kommunuskrivstovuni á tlf. 211930 ella við at senda teldupost á til sandur@sandur.fo, siga tey í Sands kommunu í dag.
##med2##