Tíðliga í 2021 setti Vágs kommuna gongd á at fáa lýst økið á Løðhamri, og hvat økið kundi brúkast til. Fyrst varð gamla fiskaplássið grivið fram. Síðan setti kommunan seg í samband við SNA arkitektar við ynski um, at teir gjørdu eitt heildaruppskot til alt økið á Løðhamri.
- Heildaruppskotið fevndi um mentanarøki við fiskaplássi og bátabrúgv og íbúðarbygging. Uppskotið varð alment víst fram í september í 2021, og síðanitá hevur tekniska deild hjá kommununi arbeitt við at gera útbjóðingartilfar klárt til íbúðarbyggingina.
Vágs býráð hevur samtykt at bjóða vestara part av Løðhamri út til íbúðarbygging - eitt øki á 3.800 fermetrar. Hetta er ein tann størsta byggiætlanin í Vágs kommunu í nógv ár, og kemur hetta at hava stóran týdning fyri økið á Løðhamri og fyri Vág.
- Ynskið er, at verkætlanin við íbúðarbygging verður samansett við íbúðum í ymiskum støddum - hetta er fyri at tryggja, at byggingin verður so fjølbroytt og dragandi sum gjørligt, siga tey í Vágs kommunu.
Á Løðhamri var eitt sera virkið vinnulív í gomlum døgum. Her var stórt turkihús, og her høvdu nógv fólk sína dagligu gongd. Seinast virksemi var á Løðhamri, var, tá Johanna TG 326 varð umvæld. Nú setir Vágs kommuna so gongd á fyri at fáa lív í Løðhamar aftur.
- Hetta er ein sera spennandi verkætlan, sum kemur at hava nógv at siga fyri Vágs kommunu. Hetta er ein máti at geva fólki møguleika at ogna sær íbúð í Vági á einum søguliga áhugaverdum staði niðri við sjóvarmálan, sigur Bjarni Johansen, borgarstjóri í Vágs kommunu.