Bjóða nú 1400 kvinnum at verða koppsettar

Í dag er eitt nýtt tilmæli um koppseting fyri koronu, komið í gildi

Higartil hevur verið mælt frá at koppseta kvinnur, ið eru við barn ella sum geva bróst. Hetta er nú broytt, og nú sleppa eisini tær framat at verða koppsettar, boðar sjúkrahúsverkið frá í kvøld.

 

Koppsetingarbólkurin hevur mælt til at barnakonur og bróstakonur eisini eiga at fáa tilboð um at verða koppsettar og tað hevur Kaj Leo Holm Johannesen, landsstýrismaður í heilsumálum, tikið undir við, sostatt kunnu nú eisini barnakonur og bróstakonur bíleggja sær tíð til at verða koppsettar.

 

Áðrenn hetta er sett í gildi, hevur koppsetingarbólkurin ráðført seg við serlæknar í kvinnusjúkum, Kommunulæknafelag Føroya og Gigni og tey taka øll fult undir við, at hesar kvinnur nú eisini eiga at fáa tilboðið um at verða koppsettar.

 

Koppingarevnið hjá Pfizer/BioNTech, sum verður brúkt í Føroyum, er góðkent til bæði barnakonur og bróstakonur, og eisini heilsustýrið í Danmark mælir til, at hesar kvinnurnar fáa tilboðið um at verða koppsettar.

 

Í Føroyum snýr tað seg um 1.300- 1.400 kvinnur, sum nú sleppa framat at verða koppsettar, sigur sjúkrahúsverkið.