Listafólk og onnur í Tórshavnar kommunu, sum fáast við mentanarligt arbeiði, hava aftur í ár høvi at gista 1-2 vikur í Villa Bergshyddan í Stokkhólmi, tað boðar kommunan frá í dag.
Tað er í samband við, at Tórshavnar kommuna tekur lut í norðurlendskum høvuðsstaðarsamstarvi á mentanarøkinum saman við Helsinki, Oslo, Stokkhólmi, Keypmannahavn, Reykjavík, Nuuk og Mariehamn, at kommunan hevur møguleikan at veita listafólkum hetta tilboð.
Stokkhólms kommuna býður íbúgvum í norðurlendsku høvuðsstøðunum at búgva í Villa Bergshyddan í styttri tíðarskeið í summarhálvuni og arbeiða við virksemi sínum. Hesi kunnu t.d. vera høvundar, tónleikarar, sjónleikarar, myndlistafólk, tíðindafólk, granskarar og onnur, sum í breiðari merking fáast við mentan.
Tað er tó ikki heilt ókeypis. Kostnaðurin fyri hvørja viku er 1.400 svenskar krónur.
Kommunan leggur dent á, at tey, sum fáa innivist í Villa Bergshyddan, knýta sambond við starvsfelagar í Stokkhólmi og á tann hátt veita sínámillum kunning og møguliga eisini fáa í lag samstarv.

Bjóða listafólkum til Stokkhólm
















