Bjóða kjøt av taraseyði jólamánaðin

Á matstovuni Áarstova í Gongini í Havn kunnu gestir bera saman føroyskt seyðakjøt við kjøt av seyði í Orknoyggjum, sum bara hevur etið tara.

Á matstovuni Áarstova í Gongini í Havn kunnu gestir bera saman føroyskt seyðakjøt við kjøt av seyði í Orknoyggjum, sum bara hevur etið tara.

 

Tað er forkunnugt kjøt, sum tey hava á matarlepanum í Áarstovu jólamánaðin. Talan er um kjøt av seyði á North Ronaldsay í Oknoyggjum, sum bara hevur eitið tara. Matstovan borðreiðir við hesum forkunnuga kjøti saman við føroyskum seyðakjøti, so gestirnir sjálvir kunnu kenna munin.

 

Søgan um seyðin á North Ronaldsay er tann, at fyri útvið 200 árum síðani gjørdu menn av at hava neytahald á oynni. Tí varð seyðurin tikin av – tó so, at teir laðaðu garð rundan um oynna, og seyðurin slapp at ganga uttanfyri. Síðani tá hevur hesin seyður gingið í fjøruni og hevur bara etið tara.

 

Dygdin í taranum er ikki sum í grasinum, og tí veksur hesin seyðurin seint. Tann seyðurin, sum kjøtið, ið Áarstova borðreiðir, við er av, er trý ára gamal. Tástani er hann á stødd við okkara seyð og kann etast. Seyðurin er ringur at fáast við, vargur kemur lættliga í hann, og tí er trupult at reka.

 

Kjøtið er øðrvísi, enn føroyskt seyðakjøt. Tað er myrkari á liti, og tað angar øðrvísi. Jóhann Joensen, høvuðskokkur á Áarstovu sigur, at tey leggja dent á at hagreiða orknoyska kjøtið á sama hátt, sum tað føroyska. Men tað skal hava nógv longri tíð í ovnum. Sjálvur heldur hann, at kjøtið minnir ikki sørt um kjøt av svartfugli.

 

Herfyri vóru umboð fyri Áarstovu á kanningarferð í Orknoyggjum. Og endamálið var at vitja oynna »North Ronaldsay«, sum er kend fyri hendan seyðin, ið bert livir av at eta tara.

 

Tað er Johan Mortensen í Havn, sum hevur fyrireikað ferðina. Hann hevur í nógv ár havt stóran áhuga fyri Orknoyggjum og hevur vitjað har fleiri ferðir.

 

– Orknoyggjar hava eina 6.000 ára gamla søgu, og tey meta, at seyðaslagið, sum livir har, er 5.000 ára gamalt. Tað kom í sínari tíð á onkran hátt úr Russlandi gjøgnum Skandinavia til Orknoyggjar, sigur Johan Mortensen.

 

Tað bar til at kanna beinagrind av gomlum seyði, tá tey funnu fornminnið »Scarabrae«, sum er ein 5.000 ára gomul bygd, sigur Johan Mortensen, sum leggur afturat, at tað helst er sama seyðaslag, sum var í Føroyum í gomlum døgum.

 

Tað var í 1832, at menn á North Ronaldsay avráddu at taka seyðin av og at hava neyt á oynni í staðin. Tí var seyðurin tikin av bønum, og grótgarður laðaður kring alla oynna. Seyðurin varð hildin uttanfyri og hevði bara fjøruna.

 

Hetta tiltakið eyndaðist væl, og seyðurin á oynni, sum bara livir av at eta tara, hevur ment seg til nakað heilt serligt – og er í dag eftirspurd vøra á kendum matstovum í Londin og Edinbourg – hóast nøgdin er avmarkað.