Fyri lítlari løtu síðani læt Eldin Online upp. Talan er um nýggja nethandil við fleiri enn 12.000 vørum.
– Við hesum er Elding Online Føroya størsti nethandil, siga tey í Elding.
– Tað er sjálvsagt, at vit skulu geva kundum okkara møguleika til heilt ómakaleyst at keypa heima við hús til somu lágu prísir, sum vit í Elding eru von við at bjóða í handlinum, sigur Mads Andreas Winther, stjóri í Elding.
Hann sigur, at keypir tú í nýggja nethandlinum Elding Online, so fært tú vøruna heim til hús innan 24 tímar, og nethandilin er bygdur soleiðis upp, at tað er bæði skjótt, lætt og trygt at keypa.
– At vit nú kunnu seta á stovn enn ein Elding handil, har kundar okkara altíð kunnu síggja, hvat vit selja, og fáa gjølla kunning um vøruna við myndum, vørulýsingum og prísum, eru vit sera errin av, sigur Mads Andreas Winther.
Hann leggur afturat, at royndirnar hjá stóru ketuni Elkjøp vísa, at nethandil stuðlar undir kundanøgdsemið, og at sølan í fysisku handlunum økist, tá nethandil er.
Í samband við at Elding Online letur upp byrjar eisini stóra útsølan í Elding handlunum.