Hetta er tólvta árið á rað, at Æðuvík er føroyska jólabygdin fram um aðrar. Jólabygdin varð tendrað seinasta sunnudag hin 1. desember, og í ár var tað Dia Midjord, kringvarpsstjóri, sum helt røðu.
Sum vanligt er, spældi eisini hornorkestrið nøkur løg, og jólamenn komu á vitjan. Síðan borðreiddu fólk í Æðuvík við gløggi og holukøkum, eins og vanligt hevur verið undanfarin ár.
Tað er altíð ein hugnalig løta, tá jólabygdin verður tendrað, og soleiðis var løtan í ár einki undantak.
Í ár skipar bygdanevndin, sum stendur aftan fyri og samskipar jólabygdina, fyri kafé í kjallaranum í Missiónshúsinum í Æðuvík. Kafé’in er opin leygardag og sunnudag frá klokkan 17-21 á kvøldi.
Úr Æðuvík verður sagt, at bólkar av ymiskum slag, eitt nú barnagarðar, skúlaflokkar, sambýlir, ellisheim og hvørjir nú hesi bólkar kunnu vera, eru vælkomin at siga frá, um tey ætla sær til Æðuvíkar at síggja jólabygdina aðrar tíðir enn í vikuskiftinum.
- Um vit fáa hetta at vita í hampiligari tíð, hava vit jólakafé’ina í Missiónshúsinum opna við høvi. Tað er bara at ringja og boða frá, so eru vit til reiðar í kafé’ini - eisini aðrar tíðir enn í vikuskiftinum, siga tey í Æðuvík.











