Bjóða aftur útlendingum til Føroya at hampa um náttúruna

Í heyst koma 50 útlendingar úr fleiri londum til Føroya at umvæla bygdargøtur, og annað

Mynd: Klara Johannesen

Í heyst fer Visit Faroe Islands aftur at skipa fyri tiltakinum, Closed for Maintenance, har føroyingar og útlendingar fara kring landið at hampa um í náttúruni. Tiltakið er fyriskipað í samstarvi við kommunur og kunningarstovur kring landi

 

Í vár var ein skerd útgáva av tiltakinum, har bara føroyingr vóru við, men í heyst verða eisini fleiri útlendingar við. Men annars er talan um eitt tiltak, har útlendingar verða bjóðaðir til Føroyar at taka eitt tak fyri at hampa um í føroysku náttúruni. Og í heyst vera 50 útlendsk, sjálvboðin við. Tey koma úr fleiri londum, eitt nú úr Týsklandi, Niðurlondum, Spania, Danmark og Svøríki. Hetta eru tey, sum sluppu ígjøgnum nálareygað í fjør, tá ið fleiri enn 4.000 útlendingar teknaði seg til. Men tá varð tiltakið útsett, so nú hava tey bíðað í hálvtannað ár eftir at sleppa til Føroya at arbeiða, sigur Visit Faroe Islands.

 

Á tiltakinum í vár, har bara føroyingar vóru við, vóru eini 60 fólk við og visit Faroe Islands sigur, at ein av teimum skrivaði til tey og segði, at »Fólkið og samanhaldið var heilt fantastiskt. Ringt at taka okkurt burtur úr rúgvuni, men haldi at heildarupplivingin var ótrúliga góð. Hetta vikuskiftið er ein av bestu ferðunum eg havi verið í mínum lívi. Ja betri enn fleiri uttanlandsferðir«.

 

Í heyst fara tey í níggju ymisk pláss at arbeiða, og tað verður í høvuðsheitum at hampa um bygdagøtur og at seta vegvísarar upp, so at tað verður tryggari og lættari hjá bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum, at ferðast í Føroyum.

 

Í heyst fara tey til Suðuroyar at umvæla bygdagøtuna ímillum Trongisvág og Fámjin, umframt at tey fara at nýggj portur og laða varðar um Valdaskarð. Í Skúgvoy fara tey at seta skelti, steyrar og annað upp, fyri at vísa ferðafólki á gongugøturnar á oynni og tryggja at fuglur og seyðir kann trívast uttan óneyðugt órógv.

 

Í Nólsoy fara tey at hampa bygdagøtuna niðan á Oyggjarmúla og longur niðan, og á Hellunum Fara tey at umvæla gomlu varðagøtuna av Hellunum til Fuglafjarðar og at endurreisa varðarnar.

 

Í Vágum verða ábøtur gjørdar á Gomlu bygdagøtuni ímillum Vatnsoyrar og Miðvág og í Hesti ætla tey at seta reyðar steyrar niður og gera skelti upp fyri at vísa á bestu gonguleiðina. Eisini treingir gøtan út á Hæl, syðst á oynni, til ábøtur.

 

Í Tjørnuvík fara tey at umvæla bygdagøtuna til Saksunar og í Funningi skal trappustigi setast upp um eitt stik á leiðini frá Gjáarskarðu út á Hvíthamar, umframt at kunningarskelti skulu setast upp. Umframt at gøtur skulu drenast og hampast, umframt annað. Og í Klaksvík verða ábøtur gjørdar á gøtuna niðan á Klakk.

 

Mynd: Klara Johannesen