Danska modellið Oliver Bjerrehuus hevur nú meldað ein blaðmann og blaðstjóran á vikublaðnum Se & Hør. Orsøkin er, at blaðið vísti eina mynd, har Bjerrehuus kom út frá Familiuambulatorinum á Thoravegi í Keypmannahavn. Ambulatoriið hevur viðgerð av rúsevninsmisbrúkarum, og tað fekk Se & Hør at skriva, at Bjerrehuus var í viðgerð har.
Tað vil Bjerrehuus ikki finna seg í, og hann hevur meldað Se & Hør til løgregluna, sum nú er farið at kanna málið. Se & Hør er kunnað um meldingina, og har skulu tey nú gera av, um tey vilja lata seg avhoyra sum skuldsett.