Sterkasti føroyski rógvarin í løtuni, Jón Rosenblad úr Lamba, var ikki við í kappingini, sum Havnar Róðrarfelag skipaði fyri um vikuskiftið, og tað gjørdi kappingina í tungvekt hjá monnum meira spennandi, enn hon annars hevði verið.
Og hesaferð var tað Bjartur Lamhauge úr Havnar Róðrarfelag, sum var frammanfyri allar hinar rógvararnar og vann kappingina. Í hølunum á honum komu Martin R. Dahl og Magnus Madsen, báðir úr Argja Róðrarfelag.
Hjá kvinnunum var tað Kartin Olsen úr Knørri, sum vann kappingina.
Kappast var í nógvum ymiskum bólkum, og úrslitini síggjast á heimasíðuni hjá Havnar Róðrarfelag, www.drekin.fo