Tað sigur løgmansskrivstovan eftir fundin millum løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen og fiskivinnukommiserin í ES, Mariu Danamaki, sum er á vitjan í Føroyum.
- Á fundinum gjørdi løgmaður evropanevndarliminum greitt, at óhepnu handilstiltøkini hjá ES hava gjørt tað truplari at finna eina semju í hesum týdningarmikla máli. Kortini kann hetta verða rætta løtan til at finna eina semju millum Føroyar og ES um makrelbýtið.
Løgmaður vísti á, at tað týdningarmikla í, at Føroyar og ES hava møguleikan at fundast um makrelbýtið á politiskum stigi.
- Samráðingarnar um makrelfiskiskapin tykjast í løtuni at vera í einari góðari legu, og tí hava vit orsøk til at vera bjartskygd, sigur løgmaður.
Sambært løgmansskrivstovuni kunnaði løgmaður Mariu Damanaki um, at um ES setir handilstiltøkini úr gildi og gevst við sínum hóttanum, er hann til reiðar at hugsa støðuna av nýggjum í mun til WTO- og gerðarrættarmálini.
Í morgin fer Maria Damanaki aftur at hitta Jacob Vestergaard, landsstýrismann í fiskivinnumálum.
Evropanevndarlimurin í fiskivinnumálum fer eisini at hava fund við uttanlandsnevndina hjá løgtinginum.
Klokkan 11 fyrrapartin í morgin er tíðindafundur í Tinganesi, har Maria Damanaki og Jacob Vestergaard bæði eru við.
Fiskivinnukommisserurin skal somuleiðis hitta Reiðarafelagið og Felagið Nótaskip, áðrenn hon fer av landinum aftur klokkan 14.45 í morgin.